EB/Streymur hevur í kvøld vunnið á heimavølli í Streymnesi 4-1 í 2. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Mótstøðuliðið var B71.
Marni Djurhuus legði í 1. hálvleiki heimaliðið framum. Eftir steðgin øktu Hans Pauli Samuelsen, Hanus Eliasen og so Sorin Anghel.
Í síðstu løtu fekk B71 brotsspark. Tað umsetti Clayton Soares til mál, og harvið vann EB/Streymur 4-1.
Tað seinasta, sum hendi í dystinum var, at ein brasiliumaður hjá B71 varð rikin av vøllinum, eftir at hann hevndi seg inn á Hans Paula Samuelsen, sum hevði verið dekan ov ófantaligur í eini takling móti einum B71-ara.
EB/Streymur - B71 4-1 (1-0)
1-0: Marni Djurhuus
2-0: Hans Pauli Samuelsen
3-0: Hanus Eliasen
4-0: Sorin Anghel
4-1: Clayton Soares, brotsspark