4.000 vilja hoyra Bryan Adams

Eftir at atgongumerkini hava verið til sølu í seks vikur, eru fleiri enn 4.000 av slagnum seld Five Star Entertainment, sum stendur fyri konsertini við Bryan Adams í summar, sigur í tíðindaskrivi, at tey higar til hava selt fleiri enn 4.000 atgongumerki. Higartil eru atgongumerkir seld á netsøluni hjá Eik og í Kunningarstovuni í Havn, men nú seinastu atgongumerkini verða sett til sølu, ber eisini til at keypa hesi á Kunningarstovunum í Vági, Runavík og Klaksvík. Á hesum støðum byrjar atgongumerkjasølan í morgin - mikudagin.