4.000 heimleys eftir jarðskjálvta í Kili

Ein harður jarðskjálvti har norðuri í Kili hevur gjørt stóran skaða Kilsku myndugleikarnir siga, at higartil hava teir frætt, at tvey fólk eru deyð, og at 115 hava fingið skaða.

Miðdepilin í jarðskjálvtanum var 60 kilometrar undir jørð millum havnarbýin Iquique og ein annan bý, sum eitur Tocopilla.

Í Tocopilla eru umleið 1.200 hús javnað við jørðina, og nógv onnur eru illa farin. Eitt nú er sjúkrahúsið í býnum so illa farið, at læknarnir hava verið noyddir at arbeiða úti.