– 4-0 var ikki ov nógv

Tað sigur Fróði Benjaminsen, sum var tvífaldaður málskjútti í dystinum móti VB/Sumba í gjár, og orsøkin til, at Suni úr Hørg varð rikin av vøllinum í seinna hálvleiki.

– Í fyrra hálvleiki høvdu vit undanvind og fáa nógvar kjansir, sum vit bara ikki gagnnýta nóg væl. Tá vit so endiliga skora, so kemur eitt sindur av panikki í okkum, har teir hava okkurt hornaspark, men vit koma so inn til hálvleiks við eini týdningarmiklari leiðslu og eini góðari útgangsstøðu til seinnahálvleik.
– Í seinna hálvleiki hava teir undanvind og koyra eina rúgvu av longum bóltum niðan móti okkum. Vit hava trupult við at koma ígjøgnum hjá teimum, men fáa so eitt mál aftrat, og so hava teir lítið at bjóða uppá. Útvísingin ger eisini uppgávuna lættari, tí teir eru aftanfyri og noyðast fram, og tá er lættari hjá okkum at koma ígjøgnum. Soleiðis tekur landsliðsleikarin Fróði Benjaminsen saman um eftir stórsigurin í Vági í gjár.
– Nei, 4-0 var ikki ov nógv. Sigurin var kærkomin, tí tað er umráðandi hjá okkum at fylgja við hinum liðunum, sigur Fróði Benjaminsen, hvørt næsta uppgáva verður grannauppgerðin móti HB.