4-0 til EB/Streym

Síðsta lítla hálva tíman vóru bara tíggju ÍF spælarar ímóti EB/Streymi, sum vann 4-0. EB/Streymur hevur í dag vunnið sera trivaligan sigur í Fuglafirði.

Úrslitið gjørdist 4-0. Síðsta málið skoraði innskifti Leif Niclasen, sum sneiddi framvið Jákupi Mikkelsen í málinum, áðrenn hann legði bóltin í tóma ÍF málið.

Fuglfirðingar vóru langt frá so nærlagdir og sannførandi, sum tað ivaleyst kundi roknast við, at teir fóru at vera.

EB/Streymur helt í dag fram í somu øði, sum sundalagsmenn hava víst í øllum uppgerðum, sum teir higartil í ár hava verið partur av.

 

ÍF-EB/Streymur 0-4 (0-2)

Dómari: Ransin Djurhuus

0-1: Arnbjørn Hansen 15.

0-2: Arnbjørn Hansen 20.

0-3: Alex José dos Santos br 61.

0-4: Leif Niclasen 82.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen (Aleksandar Jovevic, 64.), Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard -

Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni, 73.), Fritleif í Lambanum (Bogi A. Løkin, 52.), Karl Løkin, Frank Poulsen, Høgni Zachariasen -

Christian Moumaife

Gult kort: Bartal Eliasen, Karl Løkin, Uni R. Petersen

Reytt kort: Karl Løkin (2 gul) 60.

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Alex Jose dos Santos - Pætur Dam Jacobsen (Arnar Dam, 82.), Levi Hanssen (Leif Niclasen, 74.), Daniel Udsen (Bárður Olsen, 65.), Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel

Gult kort: eingin

 

----

 

75 min.

0-3

Alexander Jovevic hevur avloyst Áka Petersen, og Dánjal á Lakjuni hevur avloyst Nenad Saric.

Hjá EB/Streymi er Bárður Olsen komin á vøllin fyri Daniel Udsen.

 

----

 

 

65 min.

0-3

Alex Jose Dos Santos hevur skorað upp á brotsspark, so EB/Streymur nú er á odda 3-0. Í sambandi við brotssparksdómin var Karl Løkin hjá ÍF rikin av vølli.

 

--

 

55 min.

0-2

Gongdin er, sum hon var í 1. hálvleiki. Fuglfirðingar royna at vísa størri vilja, enn teir gjørdu fyrstu løtuna, men tað er torført hjá teimum at spæla seg til málmøguleikar.

Beinanvegin eftir steðgin er Bogi Løkin komin inn á ÍF liðið í staðin fyri Fritleif í Lambanum.

 

---

 

 

40 min.

0-2

Tað er stórur munur á liðunum. EB/Streymur avrikið bendir á, at teir ætla sær at vera við í toppinum, meðan fuglfirðingar higartil hava verið sera tamir.

 

---------

 

Tað gongur sum eftir ánni hjá EB/Streymi, og fuglfirðingar hava sera torført við at byrgja uppfyri.

Nú er 2-0 til EB/Streym.

2-0 málið varð skorað eftir innkast úr vinstru. Málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, meðan fuglfirðingar hugdu at!

 

---

 

Nú 1. hálvleikur er um at vera hálvrunnin, er EB/Streymur á odda. Málskjútti var Arnbjørn Hansen eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Pæturi Dam Jacobsen.

 

ÍF-EB/Streymur

Dómari: Ransin Djurhuus

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ellingsgaard -

Nenad Saric, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin, Frank Poulsen, Høgni Zachariasen -

Christian Moumaife

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Alex Jose dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel