-Eftir drúgva tíð í dvala hevur Atlantis fingið nýtt filmstól, ið gevur møguleikar sum ongantíð fyrr, og serliga er tað 3D filmarnir, sum eru ein heilt serlig uppliving, verður sagt úr Atlantis í dag. Fyrireikarar hjá Atlantis siga í dag, at sýningarnar verða nakað broyttar. Tað verða nú sýndir filmar fimm dagar um vikuna. Frá hóskvøldið til mánakvøld.
Hetta nýggja filmstólið hevur nakrar fyrimunir.
-Eitt er, at filmarnir ikki koma í stórum filmsrullum longur. Annað er, at góðskan er munandi betri, bæði tá talan er um ljósmynd, men eisini ljóðið er betri, siga fyrireikararnir í dag.