393 føroyingar til Týsklands

Árliga summarstevnan Teenstreet fer úr bakkastokki hósdagin, tá túsundtals ungdómar úr øllum Evropa savnast í norðurtýska býnum Oldenburg. Harímillum eru 393 føroyingar, ið antin eru við sum luttakarar ella hjálparfólk.


Elisabeth Christiansen er partur av føroysku leiðsluni hjá Teenstrett, og tá in.fo fekk orðið á hana fyrr í dag, var hon saman við restini av leiðsluni og ráðgevarum á veg til Oldenburg.


- Leiðslan og ráðgevaratoymi eru á veg til Týsklands nú, meðan leguluttakararnir koma hósdagin. Vit hava fingið tvey leiguflogfør, so allir tannáringarnir komu við teimum hósdagin, greiðir Elisabeth Christiansen frá.
Hon greiðir víðari frá, at av teimum 393 føroyingunum, ið fara til Teenstreet í ár, eru millum 270-280 teirra tannáringar, meðan restin er starvsfólk.


Sum vant so er nógv ymiskt á skránni teir dagarnar legan er, men í ár er legan eisini merkt av nógvu flóttafólkunum, ið eru komin til Týsklands síðsta árið.


- Skipað verður fyri outreach til flóttafólkalegurnar hesaferð. Tann eina legan, ið man kann fara til er bara fyri mannfólk, meðan hin húsar bæði kvinnum og monnum. So vit eggja fólk til at fara, so tey síggja hvussu støðan er aðrastaðni og kunnu vísa hesum fólkunum kærleika.


Seinastu sjey dagarnir hava fýra álop verið í Týsklandi, harav fleiri eru deyð og fingið løstir. Elisabeth Christiansen dylur heldur ikki fyri, at yvirgangur er nakað, ið nógv hugsa um.


- Vit merkja, at fólk eru bangin. Meira er eisini gjørt við trygdina í ár og trygdarovastin á leguni er sami persónur, ið vanliga tekur sær av trygdini rundanum Angela Merkel, týska kanslaranum, greiðir Elisabeth Christiansen frá, áðrenn hon leggur dent á, at tað ikki er nøkur orsøk at óttast.


- Vit spurdu seinast hvussu vit skuldu fyrihalda okkum til hetta. Tá fingu vit at vita, at íbúgvarnir í Oldenburg geva seg ikki far um okkum. Her eru 4.000 fólk og er tað sum ein vanlig konsert hjá teimum. So tey siga, at tað er einki at óttast.


Teenstreet byrjar 28. juli og endar 3. august.