Hálvan juni var freistin úti at senda sangir inn til kapping, sum Amnesty í Føroyum skipar fyri. Heili 39 sangir komu inn.
Amnesty International í Føroyum hevur skipað fyri sangkapping, sum snýr seg um javnrættindi, og stórur áhugi er fyri kappingini.
39 sangir eru komnir inn til kappingina, har virðislønir verða lætnar til sangirnar, sum ein dómsnevnd velir sum teir bestu.
- Vit eru sera fegin um, at tað eru komnir so nógvir sangir inn til kappingina. Hetta var meira, enn vit høvdu væntað, sigur Katrin á Neystabø, átakssamskipari hjá Amnesty í Føroyum.
Umframt at kjósa bestu sangirnar í kappingini, skulu 10 sangir veljast burtur úr rúgvuni til eina fløguútgávu.