Marek Wierzbicki er ein av útlendingunum, sum hevur verið heilt leingi í Føroyum. Heilt afturi í 1993 kom hann fyri fyrstu ferð til landið, tá Piotr Krakowski styrkti B71-hópin við honum, og síðani hevur hann ferðast nógva staðni kring landið.
Í ár er tað aftur í KÍ, at hann roynir seg. Her var hann eisini í 1999 og 2000, og fyrra av hesum árunum var hann við til at vinna 17. meistaraheitið hjá felagnum. Og tað er einki ivast í, at áskoðararnir fegnir síggja eina endurtøku av hesum.
Sjálvur fylti Marek 39 ár mánadagin, men hóast hetta, so tóktist hann als ikki merkjast av hesum sunnudagin. Sum vinstri bakkur hevði hann sera gott tak á allan dystin, og við hetta lag er einki at ivast í, at hann framvegis eigur fleiri góð ár eftir á vøllinum.










