Prógv
Eisini próvtøkurnar á stundentaskúlanum í Suðuroy eru lidnar. Í ár hava 39 studentar tikið prógv á Miðnámsskúlanum í Vági, 15 málsligir og 24 matematiskir studentar
Mikukvøldið fingu teir nýggju studentarnir prógvini handað á hátíðarligari samkomu í VB húsinum, við røðum og sangi.
Miðnámsskúlin í Vági er undir studentaskúlanum í Hoydølum og í sambandi við dagin var skúlastjórin, Mads Vinther komin suður at halda røðu og at heilsa upp á tær nýklaktu pisurnar.
Fyri studentarnar helt Helena Holm á Tvøroyri røðu og fyri at kryddað løtuna betri enn vanligt, sang ársins songrødd, sum eisini er suðuroyingur, Guðrun Jacobsen av Tvøroyri, nakrar sangir við bólki sínum.
Myndatekstur 15 málslingar
Teir 15 málsligu studentarnir í Suðuroy í ár, eru:
Helena Nielsen úr Vági, Rita Jacobsen úr Vági, Marita Poulsen úr Sumba, Djóni Ejdesgaard úr Vági, Halltóra Joensen úr Hvalba, Winnie Djurhuus úr Trongisvági, Annebet Abrahamsen úr Porkeri, Mortan Enni av Tvøroyri og Louise Høgh av Tvøroyri, Guðrun Leo úr Hvalba, Helena Holm av Tvøroyri, Rúna Nónfjall úr Sumba, Anna Nattestad úr Hvalba, Britt Petersen úr Vági og Susan Nattestad úr Hvalba
Myndin er av teimum 24 matematisku studentarnir í Suðuroy í ár. Og teir eru: Aftasta rað frá vinstru:
Jónfríð Eyðunsson úr Vági, Anna Kristina Hjelm úr Vági, Jens Rói Sørensen úr Trongisvág,
Magni Hansen úr Vági, Kristian Olsen úr Porkeri, Reidar Bech úr Lopra, Ejvind Petersen úr Vági,
og Kenny Jensen úr Vági.
Í miðraðnum standa Annika Nolsoe úr Trongisvági, Sólbjørn Tausen úr Vági, Palli Augustinussen úr Vági, Vagnur Nolsoe úr Trongisvági, Petur Óli Samuelsen úr Vági Bjarni Thomsen úr Hvalba og Heidi Bech úr Trongisvági.
Sitandi frá vinstru eru tær: Sonja Hentze úr Trongisvági, Majken Petersen úr Hovi, Selma við Ósagarð úr Vági, Randi Lisberg úr Vági, Kristel Midjord av Tvøroyri, Annika Sørensen av Tvøroyri, Durita Mortensen úr Trongisvági, Ann Mari Strøm úr Trongisvági og Marit Holm úr Trongisvági