Í Suðuroynni koyrur nú ein Mazda 929, og bilurin fyllir 40 ár næsta ár.
Niels Jacob Eysturberg greiðir frá, at beiggi hansara, Snæbjørn, var hann, sum keypti bilin úr Noreg, men at teir síðani báðir hava arbeitt uppá bilin, og er hann settur í stand frá grundini av.
Hann er settur í stand frá botni og uppeftir, er lakeraður, og er nú í tipp topp standi. Fleiri slíkir koyrdu í Føroyum í áttatiárunum, men nú er hesin bilurin tann einasti av sínum slag í Føroyum, sigur Niels Jacob Eysturberg.
Niels Jacob greiðir frá, at bróðurin á sinni átti ein Mazda 929 Sedan, men at hesin bilurin er ein Coupe. Men tó hevur hesin bilurin somu nummarplátur, sum tann bilurin hevði.
Bilurin koyrur nú í Suðuroynni, og tað sæst, at hetta í síni tíð hevur verið ein framkomin bilur, og luksus útgáva. Umframt at tað er stuttligt at síggja øskutrog og tendrara í einum bili í dag, so kann nevnast, at hesin bilurin hevur eldrivnar rútar og speed control. Slíkt, sum als ikki var vanligt í bilum miðskeiðis í áttatiárunum.
Og óivað er nakað av tí fyrsta, ið fólk leggja til merkis, framlyktirnar, ið koma upp úr fremst á bilinum, tá tær verða tendraðar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##



















