3850 vitjaðu Atlantic Fair

Um 15 prosent av teimum vitjandi vóru útlendingar, úr 23 ymiskum londum.

Vinnustevnan Atlantic Fair varð hildin fyri sjeyndu ferð frá 12. til 14. mai, og tølini benda á, at stevnar var væl vitjað.

 

 

3.850 fólk vitjaðu stevnuna, hesar tríggjar dagarnar, eitt vet færri, enn seinast stevnan varð hildin, í 2013. Mett verður, at høvuðsorsøkin til lægra vitjunartalið er, at seinastu stevnudagurin var ein heilidag, og tí vóru færri skúlavitjanir.

 

 

Fyriskipararnir hava lagt nógva orku í at kunna um stevnuna uttanlands og fegnast tí um, at talið av útlendskum vitjandi varð hægri enn nakrantíð áður. Góð 15 prosent av teimum vitjandi vóru útlendingar, úr 23 ymiskum londum.