Nýggjastu smittutølini úr Noreg siga, at staðfestir eru 383 nýggir koronu-tilburðir seinasta samdøgnið. Tað eru 72 tilburðir færri enn miðal seinastu sjey dagarnar, og tá hevur miðaltalið verið 455.
Mánadagin í síðstu viku vórðu staðfestir 431 smittutilburðir í Noregi, og sunnudagin fyri vóru 206 tilburðir. Norskir miðlar vísa á, at gjarna verða færri smittutilburðir staðfestir heilidagar enn annars.
Tilsamans hevur Noreg nú havt tilsamans 59.034 koronu-tilburðir, síðan farsóttin tók seg upp. Sambært norskum miðlum eru smittutølini í landinum sum heild í minking í løtuni. Tó eru tølini veksandi í 30 kommunum.
Í løtuni liggja 154 fólk á sjúkrahúsi í Noregi við koronu, og samlaða talið av deyðum er nú komið upp á 521.