381 fimleikarar kappast á Kambsdali

Tað er Flog úr Fuglafirði, sum skipar fyri kappingini, og hava Klaksvíkar Fimleikafelag, Støkk av Glyvrum, Ljósið og Havnar Fimleikafelag úr Havn.

 

Kappingin er í fimm bólkum í aldrinum frá 7 ár og uppeftir, bólkað millum pinkur, gentur, unglingar og kvinnur.

 

Líkt er til eina spennandi kapping hesaferð, tá tað var sera javnt millum liðini seinast kappast varð og tilgongdin hevur verið stór til liðini ? somikið stór, at á hevur staðið at finna venjarar.

 

Til kappingin verða 11 dómarar. Eftir hesa kappingin verður so FM kappingin eftir at kappast um, og hendan verður fyri pinkur og smágentur í apríl og fyri gentur, unglingar og kvinnur í mai.

 

Kappingin hetta vikuskiftið byrjar leygardagin klokkan 14, tá smágentur, unglingar og kvinnur fara at kappast, og heldur fram sunnudagin klokkan 15, tá kappingin millum pinkur og gentur verður.