38 smittað við koronu í gjár

Í gjár vóru 38 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

37 tilburðir eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum, ein tilburður av ókendari smittukeldu.

 

882 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 134 smittað í Føroyum.

 

Í løtuni eru 134 fólk smittað í Føroyum, og 248 eru í sóttarhaldi.