38 ára starvsdagur hjá Fuglafjarðar kommunu

Í dag hevur Jákup Frants Larsen, býráðsskrivari, sín 38 ára starvsdag hjá Fuglafjarðar kommunu.

- Hann varð settur í starv á skrivstovuni hin 1. juni í 1974, men longu árið eftir varð hann starvsettur sum kommunuskrivari, sum 22 ára gamal.

Fuglafjarðar kommuna sigur, at Jákup Frants Larsen hevur røkt hetta starv í 37 ár.

Jákup Frants Larsen er starvsbólkaformaður hjá Kommunusamskipan Føroya og hevur verið limur í starvsbólkinum, síðan KSF varð stovnað í 1999.

Á myndini eru Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu og Jákup Frants Larsen, býráðsskrivari.