Víðgongdir islamistar lupu í gjár á kristin fólk í nigerisku býunum Jos og Maiduguri. Myndugleikarnir siga, at í Jos doyðu 32 fólk, tá sjey bumbur brustu ymsastaðni í fólk, tá sjey bumbur brustu ymsastaðni í býnum, og í Maiduguri doyðu seks fólk.
Ein talsmaður fyri herin sigur, at fimm kristin doyðu, tá vápnaðir limir í islamistiska felagsskapinum Boko Haram søktu at einari baptistakirkju. Aftan á álopið settu menninir eld á kirkjuna og prestagarðin.
Eina aðrastaðni royndu menn at leypa á eina kirkju, men tað eydnaðist trygdarmonnum at reka álopsmenninar burtur.
Boko Haram er ein lutfalsliga nýggjur islamistiskur felagsskapur, sum fyrr hevur skipað fyri álopum á kristnar kirkjur, løgreglustøðir og fongsul.