38 hermenn deyðir í tyrluvanlukku

31 servandir amerikanskir hermenn og sjey afghanskir stjórnarhermenn doyðu, tá ein tyrla datt niður í afghanska landspartinum Maidan Wardak í gjárkvøldið. Hetta er tann dyggasti einstaki smeiturin fyri tær útlendsku herdeildirnar í tí 10 ára langa krígnum í Afghanistan.

Skrivstovan hjá afghanska forsetanum, Hamid Karzai, sigur, at tyrlan datt niður, tá amerikanskir og afghanskir hermenn vóru í ferð við eitt átak ímóti uppreistrarmonnum hjá Taliban. Uppreistrarmenninir siga, at teir skutu tyrluna niður.