37 tons av longu á marknaðinum

Størsta nøgdin á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var longa, góð 37 tons tilsamans.

Størsta nøgdin á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var longa, góð 37 tons tilsamans. Mest var av longu 2, 22,5 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 18,17 krónur fyri kilo.

 

Næst størsta nøgdin var toskur. Mest var av toski 2, 8,2 tons tilsamans, sum fekk miðalprísin 20,11. Størsti fiskurin - toskur 1 - fekk 22,09 krónur fyri kilo.

 

Umleið 16 tons var av brosmu, mest av brosmu 3 og brosmu 2, og her var miðalprísurin 8,24 krónur fyri kilo. Aðrar nøgdir á søluni í morgun vóru hýsa og liri, men her var bert talan um nøkur fá tons tilsamans.

 

Tey 78,1 tonsini vórðu seld fyri stívliga 1,2 miljónir krónur, sum gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 15,58 krónur fyri kilo.