Hóast tað vanliga bara eru tímar í millum, tá oljufeløgini broyta prísirnar, so hava 37 oyru verið á muni á prísinum hjá oljufeløgunum Magn og Effo nú í nakrar dagar.
Hjá Effo hevur ein litur av bensini kostað 12,23 krónur síðani mikudagin, og hjá Magn hevur hann kostað 12,60 krónur síðani fríggjadagin.
Oljuprísurin er hækkaðu nógv, síðani Russlandi gjørdi innrás í Ukraina 24. februar.
Bensinið, sum er dýrasti oljuúrdrátturin, var uppi á 13,60 krónur fyri liturin og vendi. Síðani er hann lækkaður nakrar ferðir.
Dagsins prísur á diesel er ávikast 12,23 hjá Effo go 12,60 hjá Magn.
Húsarhaldsoljan kostar 9,85 fyri liturin hjá Effo og 10,223 krónur hjá Magn.
Soleiðis hevur prísmurin verið síðani fríggjadagin:
|
18. mars |
Effo |
Magn |
Munur |
|
bensin |
12,23 |
12,6 |
-0,37 |
|
diesel |
10,84 |
11,21 |
-0,37 |
|
bátadiesel |
10,29 |
10,66 |
-0,37 |
|
bátadiesel+ |
11,1 |
11,48 |
-0,38 |
|
gassolja |
9,85 |
10,225 |
-0,375 |











