37 milliónir meiri til kommunurnar

Tórshavnar kommuna eigur 15,25 milliónir av meirinntøkuni í kommunuskattinum higartil í ár

Tað renna fleiri skattakrónur í kommunukassarnar, enn tað gjørdu fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Higartil í ár hava kommunurnar fingið 37.066.839 fleiri krónur í skatti enn fyrstu sjey mánaðirnar í fjør. Tað svarar til eina meirinntøku upp á 4,54 prosent. Í juli var vøksturin 3,85 prosent, sum er eitt sindur minni, enn hann hevur verið sjey teir fyrstu mánaðirnar tilsaman.

Í størstu kommununi er vøksturin í skattinum fyrstu sjey mánaðirnar 15.250.023 krónur. Tað svarar til 4,38 prosent ella eitt vet minni, enn vøksturin í øllum kommununum tilsaman hevur verið. Í juli var vøksturin í Tórshavnar kommunu 3,93 prosent ella eitt vet hægri, enn hann var í øllum kommununum tilsaman.

Samlaði kommunuskatturin fyrstu sjey mánaðirnar í ár er 854.253.989 krónur. Samlaði kommunuskatturin hjá Tórshavnar kommunu higartil í ár er 363.282.248 krónur.