37 mió kr. eftir reyv

J.F.K. Seafood, sum rekur Næraberg, hevði enn einaferð risa stórt hall í roknskapinum

Næraberg

Í tíðindaskrivið boðar Hanus Hansen, stjóri já J.F.K. Seafood frá, at úrslitið sjálvandi ikki er nøktandi fyri felagið.
Enn tykist tað tó, sum hórar fyritøkan undan, tí Norway Seafood við Kjeld Inge Røkke hevur enn einaferð boðað frá, at teir eru sinnaðir at eftirgeva stóran part av millumverandi við felagið. Í 2002 var hendan eftirgevingin góðar 30 mió kr., og skal eginognin retablerast eftir úrslitið í 2003, verður helst neyðugt við eini enn størri skuldareftirgeving hesaferð.
Síðani byrjanina í 2000 hjá Nærabergi hevur trolarin roynt eftir svartkjafti, sum síðani er virkaður til surimi. Raksturin av hesum virkseminum hevur tó verið tungur øll árini, og tó at úrtøkan í framleiðsluni er batnað munandi hesi árini, hava fallandi marknaðarprísirnir fyri surimi drigið samlaða úrslitið niðureftir. Í tíðindaskrivinum verður soleiðis sagt, at framleiðsluúrtøkan í dag er um 20% av rávøruni í mun til tey 12-13%, sum talan var um fyrsta árið.
Samlaði umsetningurin hjá Nærabergi var í fjør 79,3 mió kr., og er hetta 5 mió kr. minni enn tað, sum umsett varð fyri í fyrraárið. Leiðslan roknar við, at hækkandi prísir á surimi fara at føra við sær eitt hægri framleiðsluvirði í framtíðini, men samstundis verður tó sagt, at higartil í ár hevur veiðuvirði fyri kilo av rundum fiski verið tað sama, sum tað var í 2003.
Lønarútgjaldingarnar hjá J.F.K. Seafood vóru í 2003 31,5 mió kr., og er hetta eitt vet lægri enn tað, sum varð útgoldið í 2002.