Veðurlagið háttar seg soleiðis, at tann tiltikni kuldin í Sibir hevur breitt seg heilt vestur til Norðurevropa. Í Noregi hevur tað verið sera kalt í støðum, og í nátt komu mátararnir í Hedemark heilt niðar á 37,2 kuldastig.
Norðuri í Finnmørkini er tað ikki so kalt. Har frysti umleið 28 stig í nátt. Har suðuri er lýggjari, so í Oslo eru um 15 kuldastig. Norsku veðurmenninir siga, at sunnudagin verður lýggjari.
Tað er eisini kalt í Danmark og serliga har vesturi í landinum. Fyrrapartin frysti 14,2 stig í Esbjerg og við Ribe. Tað er tað mesta í vetur, men veðurmenninir siga, at tað kann blíva uppaftur kaldari um vikuskiftið. Tað er eisini kalt longri eysturi í Danmark, og í Roskilde vóru 12,7 kuldastig fyrrapartin.