360 keypir Marconi

Seinnapartin í gjár skrivaðu Jóanes Brøðraberg frá Marconi og Fróði Sigvardsen frá 360 undir keypssáttmála. Við hesum sáttmálanum verða nú vørurnar hjá Marconi at fáa í handilsbygninginum 360 á Sandvíkarhjalla.

- Eg havi selt, tí eg fekk ein góðan prís, og fyri at gerast sterkari motvegis kappingarneytum okkara, sigur Jóanes Brøðraberg við Portalin.

Hann legur dent á, at endamálið við hesum er eisini at kunna veita viðskiftafólkunum eina betri tænastu.

Jóanes fer sjálvur at arbeiða hjá 360, saman við einum lærlingi. Radiodeildin fer hereftir at verða miðdepil í víttfevndu ketuni hjá Panasonic Center.

Frá mánadegnum verða sostatt fýra handlar savnaðir undir sama taki í stóra handilsbygninginum.