360 gravir í nýggjum kirkjugarði

Í dag varð hakin settur í til fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hoyvík.

Í dag varð hakin settur í til fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hoyvík. Talan er um 12.000 fermetrar, ið fevnir um parkeringsøki og 360 gravir. Málið hevur verið leingi ávegis, og tí var tað ein fegin borgarstjóri, sum segði nøkur orð, tá fyrsta flagið varð loyst.

 

- Ein kirkjugarður á hesum stað fer ikki at ávirka verandi býarbygging. Tað er eisini av týdningi, at kirkjugarðurin kann víðkast, og at hann kann vera partur av frílendisætlan fyri býarbygging í Hoyvíkshaganum, segði Heðin Mortensen.

 

Kirkjugarðurin í Hoyvík liggur við norðurendan av Dalinum Langa og liggur skamt frá sambindingarvegnum Klingruni. Eysturhallandi skráin gevur lívd, og við vesturhallandi slættan er stórbært útsýni móti Sundalagnum og vakra Tangafirði og Skálafjørðinum.

 

Felagið Sp/f Z.R.J. stendur fyri arbeiðnum at gera nýggja kirkjugarðin fyri 4.340.000 krónur uttan mvg. Arbeiðið er í 5 pørtum - útgrevstur til sjálvt økið, parkeringsøki, felagsøki og øki til gravir, arbeiðsvegur og øki til frárensl og annað.


- Kirkjugarðurin í Hoyvík verður býttur í trý høvuðsrúm, sum verða skild sundur í smærri rúm. Rúmini móti vestri varðveita vakra útsýnið eystan fyri og norðanfyri. Rúmini eru knýtt saman við einari høvuðsgøtu, sum aftur verður skild sundur í smærri gøtur.

 

Fyri endan á 2. byggistigi verður eitt P-pláss. Eystan fyri er gjørligt seinni at víðka um økið. 

Borgarstjórin segði, at tað fyrsta, sum verður gjørt nú, er útgrevstur av byggistig 1, arbeiðsvegur verður gjørdur, og pláss verður gjørt til alt tilfarið. Síðan verður gjørdur arbeiðsvegur frá Klingruni.

 

Eftir avgrestur, segði Heðin Mortensen, verður næsta byggistig fyrireikað, og tað er at gera forkanningar og uppmátingar á tað bera lendið. Hetta er fyritreytin fyri at fara víðari til 2. byggistigi.