36 vilja verða stjóri í ALS

– Áðrenn hesin mánaðurin er úti, vænta vit at hava sett nýggja stjóran í ALS.

Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen, stýrisformaður í ALS. Tey eru í løtini í ferð við setanarsamrøður fyri at finna fram til, hvør av hesum 36 er best egnaður til starvið.

Stýrið hevur sett ein setanarbólk við fimm limum, tríggir úr stýrinum, eitt starvsfólkaumboð og virkandi stjórin. Setanarbólkurin skal gera eina innstilling til stýrið, sum setur stjóran.