36 ára gamal skal venja Arsenal

Tað verður helst ein fyrrverandi spælari, sum skal venja Arsenal

Arsene Wenger hevur fyri seinastu ferð staðið á odda fyri Arsenal. Eftir 22 ár sum venjari, skal Arsenal nú finna ein nýggjan venjara. Nógv bendir á, at talan verður um fyrrverandi spælaran, Mikel Arteta.

 

36 ára gamli spaniólin hevur í ár verið partur av venjaratoyminum hjá Manchester City og Pep Guardiola. Hann hevur ongantíð roynt seg sum høvðusvenjara, men fjølmiðlar í Onglandi skriva í dag, at tað skuldi verið fyri vist, at Mikel Arteta verður settur sum høvðusvenjari.

 

Dailymail skrivar eisini, at legendariski miðvallarin í felagnum, Patrik Vieira, eisini hevur verið upp á tal. Eisini hevur søguligi toppskjúttin í felagnum, Thierry Henry, verið nevndur, umframt italski venjarin hjá Juventus, Massimiliano Allegri.

 

Mikel Arteta spældi í Arsenal frá 2011 til 2016. Hann er uppvaksin í Barcelona og hevur spælt í feløgum sum PSG, Rangers og Real Sociedad, áðrenn hann kom til Premier League og Everton í 2005.