- Sum kostnaðarstøðið er nú, eru tað bólkar í samfelagnum, sum helst ikki hava ráð til at leiga sær eina íbúð frá Bústøðum.
Tað staðfesti Andras Róin, stjóri í Bústøðum, á ráðstevnuni hjá Landsfelag Pensjónistanna leygardagin.
Hann heldur, at skal tað eydnast at fáa leiguna hjá ávísum samfelagsbólkum niður, hevur tað stóran týdning, at politikarar taka spurningin um bústaðarstuðul, upp.
Andras Róin vísir á, at í Danmark letur landskassin í miðal 50 prosent av leiguni í stuðuli, men stuðulin til pensjónistar er væl hægri.
Hann metir eisini leysliga um, hvat tað hevði kostað landskassanum at havt eina skipan við bústaðarstuðuli
- Hava vit 1.000 íbúðir, har leigan er 6.000 krónur í miðal um mánaðin, og landið letur helvtina í stuðuli, hevði tað kostað landskassanum 36 milliónir krónur um árið, sigur Andras Róin.
Men slíkur stuðul verður ikki latin. Tvørtur ímóti skulu Bústaðir rinda skatt í landskassan.
So ístaðin fyri at lata bústaðarstuðul, fer landið øvugtan veg og tekur pengar úr Bústaðarfelagnum og tað heldur Andras Róin, er rangvørg mannagongd.
Í óføri
Hann vísir á, at Bústaðir kunnu ikki hava sosialt byggjarí.
- Aðalreglan hjá Bústøðum má vera, at tvær íbúðir av sama slagi skulu kosta tað sama.
- Og sum støðan er nú, eru tað bólkar í Føroyum, arbeiðsleys, pensjónistar, og onnur, sum helst ikki hava ráð til ein bústað.
- Tað er stórt spell og vit eiga at finna mátar at loysa tann trupulleikan. Men tað kann ikki vera Bústaðir, sum skulu hava leiklutin at meta um, hvat ávísir bólkar í samfelagnum hava ráð at rinda í leigu. Tað má vera ein almenn uppgáva, sigur Andras Róin.
Hann sigur, at skuldi Bústaðir átikið sær tann leiklutin, hevði felagið komið í óføri, tí vit eru ikki tey røttu at taka støðu til, hvørji serlig viðurskifti hjá fólki skulu til fyri at leigan skal vera bíligari, ella hvørjir pensjónistar skulu hava bíligari íbúðir.
- Vit mugu áseta leiguna eftir tí, tað kostar at byggja. Skulu ymsir bólkar hava ymsar treytir, er tað ein uppgáva, landið má átaka sær.
Hinvegin sigur Andras Róin eisini, at tað er einki, sum forðar fyri, at íbúðir verða bygdar til serligar bólkar, eitt nú lestraríbúðir í samráð við Mentamálaráðið og har tað verður ásett, at leigan skal ikki upp um eina ávísa upphædd.
Hann vísir eisini á, at ein gomul lóg gevur landskassanum heimild at lata 60 prosent í stuðuli til lestraríbúðir.
Men tann lógin er ongantíð brúkt, staðfestir hann.