36 mál í steypakappingini

Skála vann stórsigur í Gundadali í kvøld ímóti Undrið úr 3. deild

Tað vóru tríggjar deildir á muni millum liðini, sum í kvøld hittust í síðstu fjórðingfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Undrið FF, sum spæir í 3. deild, hevði vitjan av Skála, sum spælir í bestu deildini.

Tað gekk ein løta, áðrenn hol kom á, men so gekk skjótt. Skála var frammanfyri 4-0 eftir fyrra hálvleik, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti støðutalvan 6-0 til Skála, sum harvið er í fjórðingsfinaluni fyri fyrstu ferð síðani 2013. Brian Jacobsen skoraði trý tey síðstu málini.

 

Úrslitið í Gundadali ber við sær, at tað í fyrsta umfari vórðu skorað 36 mál.

Tað eru seks lið úr bestu deildini og tvey úr næstbestu deildini í pottinum, tá ið lutur verður drigin um, hvørjum liðini skulu spæla ímóti í fjórðingsfinaluni, sum verður sunnudagin 8. mai. Tey eru Giza/Hoyvík og EB/Streymur úr fyrstu deild og úr Effo-deildini HB, Víkingur, B36, NSÍ, KÍ og Skála.

Hálvfinalurnar vera 25./26. mai og 15./16. juni. Finalan verður 27. august.  

 

Úrslitini í fyrsta umfari

Leygardagin 23. apríl

Giza/Hoyvík-B68 2-0 (1-0)

1-0: Bogi Hermansen 7.

2-0: Leivur Holm Joensen 51.

Reytt kort: Leivur Holm Joensen, Giza/Hoyvík, 85. (2 gul)

 

Sunnudagin 24. apríl

ÍF-KÍ 0-4 (0-1)

0-1: Jóannes Bjartalíð 25.

0-2: Súni Olsen 57.

0-3: Jóannes Bjartalíð 70.

0-4: Heðin Klakstein 88.

 

EB/Streymur-07 Vestur 2-1 (0-0)

1-0: Leif Niclasen 54.

2-0: Brian Olsen 76.

2-1: Jákup Sveinbjørn Olsen 80.

 

HB-B71 9-1 (6-0)

1-0: Ari Mohr Olsen 2.

2-0: Øssur Dalbúð 5.

3-0: Ari Mohr Olsen 11.

4-0: Øssur Dalbúð 24.

5-0: Adrian Justinussen 32.

6-0: Fróði Benjaminsen 43.

7-0: Øssur Dalbúð 48.

7-1: Ibrahima Camara br 65.  

8-1: Símin Hansen 74.

9-1: Ari Mohr Olsen 78.

 

Undrið FF-Skála 0-6 (0-4)

0-1: Jónhard Frederiksberg 21.

0-2: Jákup Johansen 22.

0-3: sjálvmál 26.

0-4: Brian Jacobsen 41.

0-5: Brian Jacobsen 51.

0-6: Brian Jacobsen 80.

 

AB-B36 1-2 (1-0)

1-0: Patrik Johannesen 11.

1-1: Gestur Bogason Dam 57.

1-2: Jógvan Skeel Nolsøe 69.

 

TB-NSÍ 1-2 (1-0)

1-0: Eirikur Ellendersen 24.

1-1: Pól Jóhannus Justinussen 55.

1-2: Per Langgaard 80.

Reytt kort: Símun Rógvi Hansen, NSÍ, 93. (beinleiðis reytt)

 

FC Suðuroy-Víkingur 2-3 (1-2)

0-1: Magnus Jarnskor 6.

1-1: Búi Egilsson 10.

1-2: Magnus Jarnskor 35.

1-3: Bárður J. Hansen 85.

2-3: Eiler Brattalíð 86.