36 kilometrar í fríum falli

Fyrrapartin fer eysturríkarin Felix Baumgartner at seta lívið í váða, tá hann fer at lata seg detta niður ímóti jørðini úr 36 kilometra hædd.

Ein stór ballón við 4.000 litrum av helium skal lyfta Baumgartner 36 kilometrar upp. Fallið niður á jørðina tekur seks minuttir, og á vegnum fer hann at raka ljóðmúrin. Tað merkir, at ferðin fer upp um 1.000 kilometrar um tíman.

Royndin er sera vandamikil, men Baumgartner sigur, at hann kennir seg tryggan í tí serliga trýstbúnanum. Teir seinastu 1.500 metrarnar skal ein fallskíggi tryggja, at hann kemur livandi niður á jørðina.