36 vónríkar ungar gentur við løgdu líka í, hvat hini siga, tá tær bjóðaðu seg fram at gerast partur av nýggjasta føroyska gentupopbólkinum til eina audition leygardagin. Flestar fylgdust við onkrum vinkonum, meðan aðrar høvdu eina mammu ella pápa við. Uppaftur aðrar høvdu bæði sheik og bil við. Hetta segði eisini nakað um aldursbólkin – millum 16 og 26 ár – har er stórur munur á tí yngstu og elstu.
Til upptøkuroyndina fingu tær hvør sítt nummarspjaldur, áðrenn andlitsmynd var tikin av hvørjari. Síðani vóru tær býttar sundur í tveir bólkar, sum lærdu nøkur dansistev saman við einum venjara. Til endans komu tær inn til dómararnar, í bólkum á fimm, har tær royndu sangkynstur síni.
Tá fyrsta umfar varð liðugt, vórðu 11 gentur valdar út. Hvørjar fáar vórðu valdar til nýggja pop-bólkin er ikki alment enn.
Tað eru teir báðir vælkendu stjørnumakararnir Kári Jacobsen og Eyðfinn Jensen sum leita eftir gentum til ein nýggjan poppbólk. Tí skuldu genturnar bæði prógva, at tær duga at syngja, dansa og at framføra.
Teir báðir hava bæði saman og hvør sær staðið aftanfyri hópin av tónleika-verkætlanum gjøgnum árini. Millum annað minnast vit gentubólkin PoppKorn, sum gjørdist ein av best seljandi føroysku bólkunum nakrantíð.
- Hesaferð er ætlanin tó at samanseta ein øðrvísi bólk. Nevniliga við vaksnum og/ella næstan-vaksnum gentum, sum tónleikaliga og sjónliga vendir sær til hin vaksna lurtaran, siga teir báðir, sum eisini siga seg leggja dent á tónleikaliga og sangliga dygd, søgdu teir áðrenn upptøkuroyndina leygardagin.










