36 fjølmiðlafólk til B36

Áhugin fyri Fenerbache er sera stórur í Turkalandi. Spælið við rundu leðurkúluni er mest sum at rokna sum ein religión fyri seg í Istanbul, og hetta sæst eisini aftur í áhuganum, sum er fyri dystinum móti B36 týskvøldið.
Ikki færri enn 36 fjølmiðlafólk eru soleiðis við í ferðalagnum, sum í dag kemur til Føroya. Talan er um tíðindafólk frá bæðið bløðum, út- og sjónvarpi. Hartil koma so eisini føroysku fjølmiðlafólkini, so á tíðindaplássunum verður tað mest átøkt einum landsdysti, tá dysturin verður blástur ígongd klokkan 18.30.