36 evropear koyrdir úr Ísrael

36 fólk úr fleiri evropeiskum londum, sum komu til Ísraels at styðja palestinar, vórðu koyrd av landinum í dag, eftir at tey høvdu verið í varðhaldi á Ben Gurion-flogvøllinum um vikuskiftið.

Ísraelska blaðið Haaretz skrivar, at tey 36 fólkini úr Evropa komu úr Sveis við einum flogfari hjá felagnum EasyJet. Upprunaliga skuldu tey ferðast við týska flogfelagnum Lufthansa, men felagið vildi ikki loyva teimum við, tá tað fekk at vita, at fleiri teirra stóðu á svartalista hjá ísraelsku myndugleikunum.

Ætlandi kemur enn ein hópur av evropeiskum Palestina-stuðlum til Ísraels í morgin, men tey verða væntandi send avstaðaftur beinanvegin, skrivar Haaretz.