36 deyð í sjálvmorðsatsóknum

Nakrir sjálvmorðsbumbumenn hava beint fyri í minsta lagi 36 fólkum og sært meiri enn 66 onnur í útsynningspartinum av Afghanistan í dag. Álopið var í nbýnum Zaranj, sum er høvuðsbýur í landspartinum Nimroz.

-Vit hava fingið váttað, at 21 sivilfólk og 15 trygdarhermenn hava latið lív í hesum álopinum, og at minst 66 fólk eru særd, sigur guvernørurin, Abdul Karim Brahawi, við tíðindastovurnar. Hann sigur, at talan var um fimm sjálvmorðsbumbumenn, men at tað eydnaðist stjórnarhermonnunum at skjóta tveir teirra, áðrenn teir fingu sprongt bumburnar. Sambært guvernørinum lupu álopsmenninir á fleiri mál, eitt nú eitt sjúkrahús.

Nimroz-landsparturin hevur mark við Iran.