Akstovan lat í gjár løgregluni 359 mál um eftirstøðu í vegskatti. Eftirstøðurnar eru blivnar so drúgvar, at Akstovan hevur heitt á løgregluna um at taka nummarpláturnar av hesum bilum.
Tað er vegskatturin fyri seinna hálvár í ár, sum ikki er goldin.
Akstovan sigur, at kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.










