Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í Ukraina. Á myndini hittir hann ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum í meira enn tvey ár hevur stríðst móti russiskum hersetingarvaldi.

350.000 russiskir hermenn dripnir ella særdir í Ukraina

- Russland rindar høgan prís í krígnum, men fær lítið burtur úr, segði Nato-aðalskrivarin í dag.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í Ukraina. Á myndini hittir hann ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum í meira enn tvey ár hevur stríðst móti russiskum hersetingarvaldi.

- Sambært vesturlendskum fregnartænastum eru 350.000 russiskir hermenn higartil dripnir ella særdir, síðan Russland leyp á Ukraina fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, í dag. Hann legði aftrat, at Russland rindar høgan prís í krígnum, men fær lítið burturúr.

 

- Ukrainski herurin hevur eisini søkt stóran part av russiska svartahavsflotanum og hevur skotið niður framkomin russisk kanningarflogfør.

 

Jens Stoltenberg upplýsti ikki, hvussu nógv herfólk Ukraina higartil hevur mist í krígnum.

 

Tíðindastovan NTB sigur, at tað er ómøguligt at fáa upplýsingarnar um falnar ella særdar hermenn váttaðar, tí myndugleikarnir uppgeva ikki tøl yvir falnar hermenn í Ukraina.

 

 

 

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í Ukraina. Á myndini hittir hann ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum í meira enn tvey ár hevur stríðst móti russiskum hersetingarvaldi.