35000 tons av makreli verða útlutað fyrsta dagin

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur gjørt av at lýsa kunngerð, sum skipar fiskiskapin eftir fyrsta partinum av føroysku makrelkvotuni fyri 2011. Tað var næstan samanfall ímillum harmaljóðið úr Reiðarafelagnum, sum eisini er her á Portalinum og eina reaktión úr Fiskimálaráðnum, har løgmaður boðar frá, at

fyrstu makrelloyvini verða útskrivað ein av fyrst døgunum.

Tað, sum verður útlutað nú, eru tey 35.000 tonsini av kvotuni, sum politisk semja er um at útluta nótaskipum uttan avgjald.

Kvota er eisini sett av at nýta til vísindaligar royndir eftir makreli.

Politiska viðgerðin av, hvussu hini 83.200 tonsini skulu býtast, er liðug.

63.200 tons av hesum verða lutað út móti avgjaldi. Av hesum verða 25.000 tons lutað nótaskipum. 38.200 tons verða lutað út til onnur skip enn nótaskip, sum ein felagskvota við hámarki, soleiðis at ávís spjaðing verður millum vinnuluttakarar, eins og at møguleiki verður fyri fjølbroyttum fiskiskapi. 20.000 tons verða boðin út á marknaði.

Arbeiðið at fyrireika skipanir fyri at útluta restina av makrelkvotuni við avgjaldi og sølu er longu komið væl áleiðis og verður væntandi klárt til politiska viðgerð í hesi vikuni.

- Miðað verður ímóti skjótari viðgerð, soleiðis at eisini aðrir skipabólkar sleppa til makrelfiskiskap sum skjótast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.