35.000 ferðafólk gera innrás í Havn

Árið í ár verður eitt rokár hjá høvuðstaðnum, men tað kundi verið enn betri

 

Ongantíð áður hava so nógv fremmand ferðamnnaskip verið í Havnini, sum tað vera í ár.

Tað sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Havn.

 

Hann sigur, at í ár koma heili 63 fremmand ferðamannaskip til Havnar, og tilsamans eru eini 35.000 ferðafólk við teimum.

 

Havnarmeistarin sigur, at høvuðsorsøkin til, at árið í ár fer at seta met til ferðamannaskip, er, at fleiri skip komu í sambandi við víðagitnu sólarmyrkingina seinasta fríggjadag.

 

Tað merkir so samstundis eisini, at í ár byrjaði ferðamannatíðin nakað væl fyrr enn vanligt.

Og tað verður ikki fyrrenn tann fyrsta oktober, at tað seinasta skipið í ár leggur at bryggju í Havn.

 

Skipini, sum koma higar, eru bæði gamlir kenningar, og skip, sum koma higar fyrstu ferð. Og tað eru eisini skip, sum koma higar fleiri ferðir í ár.

 

Men støðan er eisini tann, at hóast talið á ferðafólkaskipum setir met í ár, høvdu enn fleiri skip havt verið her, vóru umstøðurnar til staðar

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at veruleikin er, at umstøðurnar í Tórshavnar Havn eru so trongar, at tey noyðast at vísa øllum ferðafólkaskipum burtur, sum ætla at koma til Havnar um vikuskiftini, ella fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Hann leggur afturat, at tað vísir seg, at hesi skipini síggja sær ikki nakrar aðrar møguleikar í Føroyum.

 

- Tað merkir, at av tí, at tey ikki sleppa til Havnar, koma tey slett ikki til Føroyar yvirhøvur, og tað er eitt stórt bakkast fyri føroysku ferðavinnuna, sigur borgarstjórin.

 

Jónsvein Lamhauge sigur, at hetta hevur verið støðan í nøkur ár og borgarstjórin tekur hetta sum enn eitt prógv fyri, hvussu átrokandi tað er, at ætlanin at byggja Tórshavnar Havn út, verður framd.