Hóast 799 krónur fyri ferðaseðilin »bara« er ein lækking upp á 15 prosent, so er tað kortini útboðið av ferðaseðlum, sum er avgerandi.
Tað sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog, sum í dag hevur avdúkað nýggju strategiina hjá flogfelagnum.
– 20 ferðaseðlar við hvørjum flogfarið til Danmarkar verða seldir fyri 799 krónur. Tað eru 35.000 ferðaseðlar um árið, sigur Jørgen Holme.
Hoyrið samrøðu við Jørgen Holme, stjóra í Atlantsflog, við at trýsta á pílin undir myndini.