350 umsóknir til Setrið

Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið óvanliga nógvar umsóknir til komandi lestrarár.

Tá ið freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetrinum var úti mánadagin, vóru innkomnar tilsamans 350 umsóknir.

Hetta er munandi fleiri enn í fjør, tá talið var 273. Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi hósdagin 12. juli. Tølini skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni.

Fyri at geva eina fatan av, hvussu stórt umsøkjaratalið er, kann leggjast afturat, at 350 studentar er umleið helvtin av einum árgangi av føroyingum.

Ein orsøk er, at allar deildir i ár taka inn næmingar.

Flestu umsóknirnar eru til lærara, 87. Harnæst koma sjúkrarøktarfrøði 64, námsfrøði 58, KT-verkfrøði 39, samfelagsfrøði 31, føroyskt BA 23, søga 23, lívfrøði tólv, náttúruvísindi við denti á jarðfrøði seks, føroyskt hjánám 5 og náttúruvísindi við denti á havfrøði 2.