350 milliónir til at byggja flogvøllin út

Helvtin av fænum í Íleggingargrunninum til útbygging av Vága Floghavn

 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, fegnast um ætlanina at góðar 350 milliónir krónur kunnu brúkast til at byggja flogvøllin í Vágum út.

 

Tað skrivar Løgmálaráðið í tíðindaskrivi.

 

Tilsamans hevur Vága Floghavn tørv á at byggja flogvøllin út fyri góðar 1,3 milliardir krónur komandi árini. Talan er um stórar íløgur, ið skulu gera flogvøllin føran fyri at taka ímóti  einari millión ferðandi um árið.

 

Longu í 2019 var fløskuhálsur á flogvøllinum, tá ferðafólkatalið fór upp um markið á 400.000 ferðandi, bert 5 ár eftir at farstøðin varð bygd. Mett verður, at ferðafólkatalið verur omanfyri 800.000 longu um 10 ár.

 

##med2##

 

– Útbyggingin er alneyðug fyri at framtíðartryggja føroyska ferðasambandið við útheimin, tí flogvøllurin er longu ov lítil sum er. Ferðafólk leggja nógv eftir seg, og føroyingar hava eisini tørv á at ferðast í frítíðar- og arbeiðsørindum. Vit síggja hetta sum eina íløgu í okkara samferðslukervi, um vit við hesum íkasti til fíggingina megna at halda ferðaseðlaprísirnar á einum rímiligum støði, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ið varðar av Vága Floghavn.