Javnstøðunevndin hevur álagt Grón at rinda 35 vikulønir fyri uppsøgn, sum nevndin metti varð givin vegna barnsburð Málið snúi seg um, at eitt starvsfólk hjá Grón varð uppsagt.
Ein lærlingur byrjaði í læru hjá felagnum í oktober 2006. Umleið Tveir mánaðir eftir setanina gjørdist hon við barn, og hetta fráboðaði hon arbeiðsgevaranum í februar, eftir at 3 mánaða royndartíðin var úti. Í mars varð hon skrivliga uppsøgd við grundgevingum um vantandi uppmøting, tvørrandi samskifti við meistara og ov langar roykipausur.
Hetta varð gjørt, eftir at royndartíðin fyri lærlingar - t.e. tríggir mánaðir - var liðin. Og metti javnstøðunevndin, at uppsøgnin av órøttum varð givin vegna barnsburð. Grón varð tí álagt at rinda løn fyri alla barnsburðartíðina, sum er 35 vikulønir, ella 140.000 kr.
Nevndin leggur dent á, at hesin einstaki arbeiðsgevarin neyvan er tann einasti ella ringasti, ið brotið hevur javnstøðulógina. Heldur er talan um, at bæði arbeiðsgevarar og løntakarar eru ókendir við arbeiðsmarknaðarreglurnar í lógini og tí ikki hugsa um lógini á starvsfólkamálum. Eisini var arbeiðsgevarin í truplari støðu vegna aðra lóggávu (lærlingalógina), ið gjørdi tað sera trupult hjá virkinum ikki at gera mismun.
Ársfrágreiðingin hjá Javnstøðunevndini er nú tøk, og kann síggjast á www.javnratt.fo










