Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti í gjár á middegi. Tað komu 35 umsóknir inn.
Tilsamans verður søkt um 24 milliónir krónur. Tað eru umleið 6,3 milliónir krónur tøkar til stuðul í 2012.
Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið millum 31 og 46.Vanligt er at játtað stuðul til umleið 10 umsóknir. Tað eru á hvørjum ári fleiri sera væl skikkaðar umsóknir, sum ikki fáa stuðul orsakað av avmarkaðu fíggjarorkuni.
Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna og tílíkt í umsóknunum.
Endaliga viðgerðin av umsóknum verður helst í seinnu helvt av mai, so umsøkjararnir kunnu vænta sær svar í seinasta lagi 1. juni.









