Ofta er stórur aktivitetur upp undir evstamarkið hjá løgtinginum, og soleiðis var eisini hesaferð. 35 uppskot komu til løgtingsskrivsstovuna fríggjadagin, og tey vera alment løgd fyri løgtingið í dag. Tey 35 uppskotini býta seg soleiðis, at landsstýrið eigur tey 25 og andstøðan tey 10.
Hjá landsstýrinum er fyrst og fremst talan um lógaruppskot, andstøðuuppskotini eru bæði uppskot til samtyktar og lógaruppskot.
35 løgtingsuppskot kunnu ljóða av nógvum, men hetta er heldur minni, enn tað onkuntíð hevur verið. Tað mesta, fólk minnast, var í 1997, tá yvir 100 uppskot vóru løgd fyri tingið á síðsta framløgudegi. Síðstu árini hevur tað ligið um sama tal, sum í ár.
Freistin at leggja uppskot fyri tingið er annars 4. mars, men av tí, at tey skulu vera løgtingsskrivsstovuni í hendi tríggjar dagar frammanundan, var freistin at fáa tey avgreidd fríggjadagin. Er okkurt átrokandi á skránni, kunnu 17 tingmenn fáa eitt uppskot fyri løgtingið áðrenn ólavsøku. Tað kemur oftast fyri.










