Klokkan 16 í dag vórðu dyrnar í Ítróttarhøllini í Runavík lætnar upp, nú skipað verður fyri Trucker-festivali í dag og í morgin. Øll eru vælkomin at síggja bilarnar og heilsa upp á bilførararnar - og tiltakið er ókeypis Portalurin var fram við í Runavík um 14-tíðina í dag, tá bilarnir, sum eru við á Trucker-festivalinum, komu út á økið við Ítróttarhøllina.
Tað var váttligt í veðrinum og heldur illfýsið, men Hugo Skorastein, sum hjálpir Leif Eliasen, fyriskipara, við tiltakinum, hevði gott mót um, at tað fór at gerast turrari, og at veðrið fór at blíðka, sum seinnaparturin leið.
Og rætt hevði hann!
Løtu eftir, at Portalurin hevði verið fram við fyrstu ferð, kláraði hann nakað upp, og tað helt uppat at regna eina løtu.
Tað er klaksvíkingurin, Leif Eliasen, ið stendur sum fyriskipari av Trucker-festivalinum, og er hetta fimta árið, at skipað verður fyri tiltakinum.
- Hetta eru hugnaligir dagar hjá okkum, sum koyra stórar bilar, og hetta er eitt gott høvi at hittast. Nú flestu túrar um firðir og sund ganga um undirsjóvartunlar, hittast vit sjáldan longur til prát. Áður sóust vit javnan umborð á Strandfaraskipunum, tá vit ferðaðust millum oyggjarnar.
Men tíð og umstøður standa ikki í stað.
Hugo Skorastein sigur, at festivalurin eisini er eitt gott høvi hjá teimum, sum koyra hesar bilar, at ?sjeina? bilarnar upp til tiltakið.
- Hetta er í fyrsta lagi eitt hugnaligt tiltak, har vit kunnu savnast til prát í tveir dagar, leggur hann aftrat.
Klokkan 16 í dag vórðu dyrnar í Ítróttarhøllini í Runavík lætnar upp, og her er matsøla og bilaframsýning.
- Øll eru vælkomin, og tað kostar einki at koma inn. Tað er bara maturin, sum kostar, sigur Hugo Skorastein.
Tað eru bilasølurnar Norðbil og Nordcar, sum sýna sonevndar ?potientiellar stjórabilar? fram, meðan Trucker-festivalurin er í Runavík.
Ætlanin var, at NSÍ skuldi hava tivoli á økinum, meðan festivalurin er í dag og í morgin, men felagið hevur givið avboð, skilst.
Sambært skránni fyri festivalin, møta bilførararnir aftur í Runavík klokkan 14 í morgin, tá Ítróttarhøllin letur upp, og klokkan 17 fara bilarnir sum ein ?konvoy? úr Runavík til Leirvíkar, har ætlanin er at drekka kaffi og bowla, til farið verður til hús aftur klokkan 19.