Óli Kurt er havnarmaður, føddur í 1934, foreldirni vóru Inga, f. Jacobsen, ættað úr Vági, og Rólant L. Hansen í Havn.
Sum 14 ára gamal fór Óli Kurt í bakaralæru hjá Frants Restorff, har var hann í tilsamans 7 ár. Eftir tað arbeiddi hann í minkagarðunum í Hoydølum í eini 3-4 ár, til hann fór til Íslands at passa hønur á einum bóndagarði á Bessastøðum. Ásgeir Ásgeirsson var íslendskur forsteti tá. Eftir at hava passað hønur í eini tvey ár fór hann til Reykjavíkar, har hann arbeiddi sum bakari í 3 ár.
Tá hann kom aftur til Føroya, fekk hann, 1. oktober 1968, starv í køkinum á Landssjúkrahúsinum, sum var spildurnýggjur tá, og arbeiðir hann har enn.
Óli Kurt er eisini kendur innan sjónleik og barnaútvarp. Hann spældi sjónleik, tá hann búði í Íslandi, og hevur hann eisini t.d. spælt sjónleik í Sjónleikarhúsinum í Havn, í Glæmuni í Kvívík og í Norðurlandahúsinum.
Hann var í barnaútvarpinum saman við Hermanni Jacobsen og síðan saman við Elin Mouritsen. Elin & Óli vóru sera væl umtókt millum bæði børn og vaksin miðskeiðis í 70-unum.