35 ára starvsdag hjá Berg Motors

1. september 2004 hevur Jens Lundblad í Havn starvast 35 ár hjá Berg Motors.

Jens er dani og útbúgvin goymslumaður. Hann er giftur føroyskari konu, Bjarnhild, úr Oyndarfirði, og fluttu tey til Føroyar at búgva í 1969, tá hann fekk starv á eykalutagoymsluni hjá Berg Motors.

Hetta var um ta tíðina tá Mazda bilarnir gjørdu innrás í Føroyum, og var Jens við til at byggja stóru eykalutagoymsluna upp, fyrst í J. Paturssonargøtu og síðan á Hálsi, har fyritøkan heldur til í dag. Jens er kvikur, álítandi og trúgvur móti sínum arbeiðsplássi. Hann var í mong ár leiðari á eykalutagoymsluni.

Leiðsla og starvsfólk hjá Berg Motors ynskja Jens hjartaliga tillukku við starvsdegnum.