35 ár á sama arbeiðsplássi

4. februar 2004 vórðu fleiri av teimum, sum arbeiða hjá Føroya Fiskavirking í Havn, heiðraði. Orsøkin var, at tey høvdu ymiskar rundar starvsdagar. Ein av teimum var Kjartan Højsted, sum hevur starvast á sama arbeiðsplássi í 35 ár

Kjartan er 63 ára gamal og funningsmaður, sonur Mathildu, f. Petersen, og Eliesar Højsted, bæði úr Funningi.

Hann var sjómaður, áðrenn hann í 1967 byrjaði í minkagarðinum í Højdølum, sum hoyrdi til Bacalao. Har arbeiddi hann í eini tvey ár. Síðan hevur hann arbeitt á fiskavirkinum Bacalao, sum bleiv yvirtikið av Føroya Fiskavirking í 1993. Hann arbeiðir sum eftirlitsmaður á virkinum og kannar og ger royndir av allari vøru, sum kemur inn á virkið, um hon er í samsvar við tey krøv, sum keyparin setur.

Kjartan er giftur við Annu, f. Eliasen, ættað av Slættanesi. Tey bygdu í Hoyvík í 1974, men í dag búgva tey í Funningi, har tey hava jørð. Kjartan hevur stóran áhuga fyri seyði og seyðahaldi, og brúkar hann nógv av síni frítíð til tað.
Anna og Kjartan eiga trý børn: Sigrið, Jón og Anniku, sum øll búgva í Hoyvík. Eisini eiga tey sjey ommu- og abbabørn.