35 ár síðani stóra eldin í Nólsoy

27. desember eru 35 ár liðin síðani stóri eldurin var í Nólsoy, har tvey hús brunnu í grund

Eldsbrunar eru ikki vanligir, og tá hetta hendi 27. desember 1973, var tað fyrstu ferð, at nólsoyingar kendu hendan skaðan.

Eldur kom í húsini hjá Hjørleif Jacobsen um hálvgum sjey tíðina um kvøldið. Eldurin breiddi seg skjótt, og nólsoyingar høvdu eingi onnur amboð at sløkkja við enn onkra havaslangu.

Tað nyttaði sjálvandi lítið, og tí var mesta orkan brúkt upp á at forða eldinum at festa í grannahúsini.

Vindurin var nógvur og lá av útsynningi vestri beint inn yvir bygdina, og grannahúsini – hjá Bjarna Hansen – lógu so nær, at tey stóðu ikki at bjarga. Bæði hesi húsini brunnu í grund.

Nólsoy er ógvuliga tætt bygd, og tí var ta einu løtuna vandi fyri, at eldurin kundi breiða seg enn meiri. Tað festi eisini í trý onnur húsumframt eitt úthús, men tað eydnaðist at sløkkja hesar ífestingar, so tær ikki gjørdu meiri skaða.

Sløkkilið kom úr Havn, og við brandpumpum fingu teir tamarhald á støðuni, so skaðin ikki gjørdist enn størri.

Bæði húsini vórðu tryggjað og bygd upp aftur. Tó bygdi Hjørleif Jacobsen sær onnur hús, meðan bróðurin, Finnbogi, bygdi brendu húsini upp aftur.

Hevði bygdin havt brandbil tá, hevði helst borið til at bjarga húsunum hjá Bjarna Hansen. Tann tryggleikan hava nólsoyingar so fingið í dag.