Herferðin hjá Visit Faroe Islands, »Sheepview« fór king allan heimin. Og higartil hava fólk umleið 5 milliardir fólk sæð ta herferðina. Men nýggjastu herferðina, sum Sansir danska reklamufyritøkan Mensch hava gjørt, er longu sædd 3,5 miliardir ferðir.
Tá tað er sagt, so er tað tann mátin, sum verður nýttur at máta – tey nevna tað OTC, hvussu ofta síður eru vístar, har hendan søgan hevur staðið.
Tað er sjálvandi ikki vist, at øll hava lisið allan tekstin, men í øllum førum er teksturin farin framvið eygunum hjá umleið 3,5 mia fólkum – tá vit spurdu um hetta fríggjadagin.
– »Closed for Maintenance, Open for Voluntourism« fór gongd í mikudagin, har vit bjóða 100 ferðafólkum at koma til Føroyar – tey gjalda sjálvi fyri ferðaseðil, men vit gjalda kost og logi, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
– Hetta er eitt átak, ið vit koyra saman við kunningarstovum og kommunum, ið hava avgjørt hvørji støð í teirra øki, sum tey ynskja at fáa gjørd. Økini standa fyri tilfari, amboðum og arbeiðsformonnum, sigur hon.
Guðrið Højgaard sigur, at hetta er teirra fyrsta kombineraða »marknaðarføring og menning-átak«, nú tey hava ábyrgd fyri báðum økjum.
– Átakið spælir upp á tann stóra altjóða trendin, ið eitur »volontourism«, har fólk vilja ferðast og leggja okkurt gott eftir seg har tey hava vitjað, sigur hon.
Og júst boðskapurin um at verja náttúruna og varðveita er farin sum rótasúpan kring allan heimin. Søgan hevur verið í altjóða miðlum sum Washington Post, New York Times, The Guardian og Forbes og higartil í fleiri hundrað miðlum afturat.
Rune Hørslev frá lýsingarstovuni Mensch, sum hevur gjørt herferðina saman við Sansum sigur við danska markedsføring.dk, at talan eftir øllum at døma er um eitt hattrick og vísir til hinar báðar herferðirnar, sum umframt at hava vunnið altjóða heiðurslønir eisini tryggjaðu stjóranum á Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard, eitt plás á amerikanska Politico-listanum yvir 28 fólk, sum roknað verður fyri fara at »skapa, rista og flyta« Evropa komandi árið.
Hinar báðar herferðinar vóru Google Sheep View í 2016, har seyðir gingu runt við myndatóli, og hin var Visit Faroe Islands Translate, har føroyingar gjørdu beinleiðis videoumtýðingar til føroyst í eini roynd at fáa Google at leggja føroyska málið aftur at Translate-amboðnum.
– Vit eru ovfarin av stóru undirtøkuni og hava longu fingið yvir 3.000 fráboðanir frá fólki, sum ætla sær at koma til Føroya hetta vikuskiftið at hjálpa okkum. Vit hava bara pláss til 100, so vit verða tíverri noydd at geva fleiri noktandi svar, sigur Guðrið Højgaard.
Tað snýr seg um at branda Føroyar, og tað sær út sum um, at tey aftur hava rakt seymin á høvdið við stóru undirtøkuni og stóra áhuganum í altjóða miðlum fyri tiltakinum.
Niðnfyri síggjast gott og væl 200 av teimum útvið 500 greinunum, ið vóru komnar seinnapartin fríggjadagin. Umframt hetta, so søgan eisini farin í fleiri útvarps- og sjónvarpssendingar kring heimin.
Her ber til at lesa nærri um átakið, um hugur er fyri tí: https://visitfaroeislands.com/closed/
Her eru nakrar av greinunum:
https://www.nytimes.com/aponline/2019/02/20/world/europe/ap-eu-odd-faeroe-islands-tourism.html
http://www.startribune.com/faeroes-to-close-for-tourists-due-to-maintenance/506091542/
https://www.dailymail.co.uk/travel/travel_news/article-6724389/Faroe-Islands-close-maintenance.html
https://www.lonelyplanet.com/news/2019/02/22/faroe-islands-voluntourism/
https://finance.yahoo.com/news/faroe-islands-declare-weekend-tlc-150700399.html
https://uk.news.yahoo.com/faroes-shut-tourists-weekend-100-134814833.html?guccounter=1
https://www.msn.com/en-us/news/uknews/faroe-islands-to-close-for-maintenance/ar-BBTRIqM?li=AA59G2
https://www.msn.com/en-gb/news/uknews/faroe-islands-to-close-for-maintenance/ar-BBTRIqM?li=BBoPRmx
https://www.mirror.co.uk/travel/europe/faroe-islands-close-for-maintenance-14025419
https://www.luxuriousmagazine.com/2019/02/faroe-islands-ready-for-volunteers/
https://ekstrabladet.dk/ferie/faeroeerne-lukker-for-turisme-for-vedligeholdelse/7524388
https://www.ttgmedia.com/news/news/faroe-islands-to-shut-for-maintenance-in-april-17044
http://www.travelbulletin.co.uk/news-mainmenu/faroe-islands-to-be-closed-for-maintenance-in-spring
http://www.cityroom.com/city-guides/el-paso/?rkey=20190220NY58974&filter=4339
https://standbynordic.com/faroes-to-close-to-tourists-for-one-weekend/
https://www.sydsvenskan.se/2019-02-20/naturskona-faroarna-stanger-for-turister-men-valkomnar
http://startupnewsdigest.com/news-faroe-islands-to-close-for-volunteer-maintenance-scheme/
http://www.spoke.com/press_releases/5c6d7c902cf3f7f6cb0486ad
https://www.turisme.nu/faeroeerne-holder-weekendlukket-for-turister/
https://www.rt-forum.se/article/view/647494/faroarna_stanger_for_underhall
https://thenewsheadline.com/faroe-islands-to-close-to-tourists-for-big-clean-up/
https://www.nsk.se/2019/02/20/faroarna-haller-stangt-for-underhall/
https://www.stuff.co.nz/travel/news/110756184/faroe-islands-to-close-for-tourists-due-to-maintenance